Hvat eru fjøll?

Fjallavistskipanir eru at finna í fjallalíðunum. Av tí at hitin lækkar, jú hægri tú kemur upp fjallið, verða bæði planturíkið og djóraríkið ávirkað og broytast hareftir. Tí ber eisini til at síggja øki við líknandi vøkstri, á ymsum støðum, í somu hædd. Niðarlaga plaga skógir at fevna um mesta økið og smáar plantur eru vanliga einasti vøkstur, sum megna at liva í hæddunum. Vistskipanirnar, sum eru omanfyri trævakstrarmarkið verða vanliga sipaðar til sum „alpinar“. Hægstu partarnir av alpinu økjunum eru altíð undir í kava og ísi. 

Aðrastaðni í hesi hondbók verður tosað um eina fjøld av vistskipanum, sum eitt nú kunnu vera í brøttum lendi, so sum skógir og vøtn. Í fjøllum eru eisini vátlendi og mýrur, eins og røktarlandslag. Í norðurlondum verða fjøllini javnan brúkt sum beiti hjá reindjórum, seyði og neytum.  

Skandinavisku fjøllini røkka úr Suðurnoregi til Norðurfinlands og fevna eisini um vestara og norðara part av Svøríki. Fjøll upp í 880 metra hædd eru eisini at finna í Føroyum.  

Fjøll sum náttúruloysnir

Fjallavistskipaninar veita eina langa røð av vistskipanartænastum og betra tí um nógvar av samfelagsligu avbjóðingunum. 

  • Fjølbroyttari lívfrøðiligt margfeldi: Í fjøllunum halda nógv sjáldsom djórasløg til. Globala upphitingin elvir til, at fjøllini ofta eru seinastu støðini, sum djórasløg, ið trívast í kulda, kunnu vera.
  • Tillaging til veðurlagsbroytingar: Vard ella endurbøtt vátlendi í hæddunum kunnu goyma kolevni.
  • Vanlukkufyribyrging: Tá ið vøksturin í fjallaríkum økjum verður varðveittur, minkar vandin fyri skriðulopum og vatnflóðum og vanlukkuvandin minkar somuleiðis.
  • Vatnstýring: Ein stórur partur av okkara drekkivatni kemur úr fjøllunum og tí er av stórum týdningi at umsita vatngoymslurnar, so at tilfeingið ikki fer fyri skeyti.
  • Matvørutrygd: Nógv norðurlendsk fjøll verða brúkt til beiti, til veiðu og til at henta villber.

 

Google translate says: variert skogbruk, forstyrrelsesbasert skogforvaltning, kontinuerlig dekke skogbruk og gjenopprettende skogforvaltning. But not all of those words sound right

Mountain ecosystem before NbS have been implemented

Mountain graphic: After

Mountain ecosystem after NbS have been implemented

 

Dømi um NL sum kunnu setast í verk í fjallalendi

·     Endurplanta og styrkur: at endurplanta vøksturin, har hann er heilt horvin, ella at styrkja, har vøksturin er illa farin. 

·     Leiða vatn í mýrulendi: Forn vátlendi, sum eru drenað av mannaávum, kunnu vætast av nýggjum, við at nýta ymisk sløg av NL, sum endurbøta natúrligu vætuna í økinum. 

·     Endurbøta áarslættar: Áarslættar kunnu endurreisast til at fáa samband við nærøkið, við at binda saman vatnfrøðiliga sambandið millum áir og áarslættar. 

·     (Endur-)gera grunnar hyljar og tjarnir: Smávøtn og tjarnir verða endurbøtt í økjum, har tey eru horvin, eru minkað ella ikki áður hava verið. 

·     Varðveitsla av graslendi og eingjum er ein týdningarmikil varðveitingarháttur fyri hálvnatúrligar og natúrligar vistskipanir í røktarlandsløgum í fjøllum. Hetta er serliga galdandi í nógvum Norðurlondum, har húsdjórini hava gingið á beiti í fjøllunum. 

·     Nærri-náttúruni skógarstýring: Fjølbroytt skógarstýring, fyri at leggja dent á avbjóðingarnar hjá alheimssamfelagnum. 

Ivast tú enn, hvussu tú skalt velja eina NL til eina fjallavistskipan? Sí okkara vegleiðing um Náttúruloysnir!  

Síðuna skrivaði Ruben E. Roos 

Von Humboldt, Alexander, and Aimé Bonpland. Essay on the Geography of Plants. University of Chicago Press, 2010. 

Körner, Christian. "Concepts in alpine plant ecology." Plants 12.14 (2023): 2666. 

Helseth, E.V., Eide, N.E., Hansen, B.B., Kvalnes, T., Roos, R.E., Rosvold, J., Rønning, B., Singsaas, F.T. & Mathiesen, K.E. 2023. Økosystemtenester frå villreinfjellet i Noreg. Ei vurdering basert på eksisterande datagrunnlag. NINA Rapport 2373. Norsk institutt for naturforskning.