Náttúruloysnir upp á  samfelagsavbjóðingar

NÁTTÚRULOYSNIR - HVAT ER TAÐ?

Náttúruloysnir (NbS) eru strategiir sum verja, endurbøta og burðardygt handfara náttúrligar ella broyttar vistskipanir, so tær kunnu vera ein effektivur og lagaligur liður í at hjálpa upp á samfelagsavbjóðingar. Samstundis hevur handfaringin við sær vælveru fyri menniskju og ágóðar fyri lívfrøðiliga margfeldið. Loysnirnar gagnnýta evnini hjá náttúruni at handfara ymisk umhvørvislig, sosial og búskaparlig mál, til dømis veðurlagsbroytingar, mat- og vatnveitingartrygd, minking av vanlukkuváða og burðardygga býarmenning. 

Náttúruloysnirnar í hesi handbókini hava allar sama yvirskipaða bygnað, og tú leitar tær fram antin undir á samfelagsliga trupulleikanum, sum tú vilt handfara, ella undir vistskipanini, har tú vilt seta í verk eina náttúruloysn. Hesi evni verða viðgjørd á øllum síðunum um náttúruloysnir:

HVAT - Ein heildarlýsing av, hvat NbS er.

HVAR - Í hvørjum vistskipanum kann henda NbS nýtast?

HVÍ - Hvat kann henda NbS nýtast til, hvørjar samfelagsligar trupulleikar kann hon handfara?

HVUSSU - Hvørjir møguleikar eru fyri at íverkseta hesa NbS?

MØGULIG ÚRSLIT - Møgulig úrslit (beinleiðis vistfrøðiligar avleiðingar beinanvegin og sum frá líður), og jalig og neilig hjáárin af NbS.

GEV GÆTUR! - Týdningarmikil mál at hava í huga, um tú vilt nýta hesa NbS, júst har tú ert. Herundir slag av vistskipan, vistfrøði, ítøkiligar avmarkingar, samfelagsligar forðingar, sosial góðtøka, fígging, politikkur, lógir og reglugerðir.

HVUSSU NÓGV VITA VIT - Hvussu nógv kunning og gransking finst um ávirkanina (beinanvegin og sum frá líður) av hesi NbS?

Kostnaður - Ein kvalitativ meting av samlaða fíggjarliga kostnaðinum av at íverkseta hesa NbS, tá hugsað verður um arbeiðsmegi, tøkni, keyp av lendi, rakstrarkostnað, kostnað av viðlíkahaldi og eftirliti v.m.

Stakkanningar úr Norðurlondum.

Tilvísingar til víðari lesnað og vísindaligt tilfar um gagnvirðið av hesi NbS.