Hvat eru áir, vøtn og vátlendi?

Áir, vøtn og vátlendi eru støðugt ella ávís tíðarskeið á árinum full í feskum vatni, og eru tí serstøk lívlendi fyri vatnplantur og djór, sum liva í vátum umhvørvi. Hesar vistskipanir eru vanliga eyðkendar av vøkstri, sum hevur lagað seg til at standa undir í vatni og liva í súrevnisfátækum jørðildi, og kunnu fevna um mýrar og ymisk sløg av mýrilendi. Feskvatnsvátlendi hava serliga stóran týdning, tá tað kemur til at reinsa vatn, minka um ávirkan av vatnflóð og sum lívlendi fyri lívfrøðiligt margfeldi.

Í Norðurlondum eru nógv ymisk sløg av áum, vøtnum og vátlendi, sum øll hava vistfrøðiligan týdning, og tey spæla ein týðandi leiklut fyri lívfrøðiliga margfeldið, javning av vatnflóð og upptøku av kolevni. Norðurlendsku vátlendini eru alt frá smáum løkum yvir stór vøtn til mólendi, og tey eru partur av náttúrliga landslagnum og mentanararvinum í økinum. Sostatt eru vátlendi eisini ein týðandi vistskipan í landbúnaðinum, sum hevur tørv á vatni, men sum eisini ofta er orsøk til niðurbrótingina av vistskipanunum. Nøkur meginsløg av vátlendi:

  • Mólendi - mýrar (bogs): Vanlig allastaðni í Norðurlondum, serliga í Finnlandi og Svøríki. Mýrar eru súr, føðslufátæk vátlendi við nógvum mýrimosa. Mýrar taka seg ofta upp í kaldligum, slavnum veðurlagi og gera tjúkk løg av mógvi.
  • Mólendi - fen: Eru at finna allastaðni í Norðurlondum. Fen eru minni súr og meira føðslurík enn mýrar (bogs). Ofta er vatnið í feninum grundvatn, og fen geva fortreytir fyri einum fjølbroyttum plantulívi, millum annað størum, grøsum og ymiskum blómum.
  • Mýri (marsh): Ein mýri (marsh) er eitt slag av vátlendi, har vøksturin serliga er urtir, heldur enn viðarvøkstur sum trø og kjarr. Mýrin (marsh) hevur vanliga grunt støðuvatn, vatn við lítlari røring ella ósavatn, og er sermerkt av føðsluríkum jørðildi, sum stendur undir í vatni. Hesi vátlendi eru ofta at síggja fram við áarbakkum, vøtnum og áarósum, og eru skiftisbelti millum vát- og turrlendisvistskipanir.
  • Grunn vøtn og tjarnir: Í Norðurlondum eru vøtn og tjarnir í túsundatali, og nógv teirra liggja í vátlendi. Hesar vatnmongdir geva fortreytir fyri einum fjølbroyttum vatnlívi og eru týdningarmiklar fyri millum onnur flytifuglar og paddur.
  • Áarvátlendi og áarslættar: Hesi vátlendi eru fram við áum, serliga í Svøríki og Finnlandi. Tey hava stóran týdning fyri handfaring av vatnflóð og eru lívlendi fyri millum onnur bævrar, otrar og nógv fuglasløg.
  • Vátlendi/mýrilendi við skógi: Vátlendi við skógi, serliga tey, har mest er av furu og grann, eru vanlig í Norðurlondum. Hesar mýrar síggjast ofta í sambandi við mólendi og eru týdningarmiklar fyri millum onnur elgar og ymisk fuglasløg.

Áir, vøtn og vátlendi sum náttúruloysnir

Náttúruloysnir í vátlendi snúgva seg um ymiskar samfelagsligar avbjóðingar, tí náttúruloysnir gagnnýta íbornu møguleikarnar í vistskipanunum. Nakrar av samfelagsligu høvuðsavbjóðingunum, sum kunnu viðgerast við at seta í verk náttúruloysnir í áum, vøtnum og vátlendi, eru:

  • Vanlukkuváði og tilbúgving (handfaring av vandanum fyri vatnflóð) - Ein stór avbjóðing er, at vatnflóðir eru størri og koma oftari fyri vegna veðurlagsbroytingar og býargerð. Endurbøting ella nýskapan av vátlendi, til dømis áarslættum og mýrum, eru við til at taka upp og seinka vatnflóðina, og minkar um váðan og styrkina av vatnflóðum í økjum við undanbrekku (downstream).
  • Vatnhandfaring (bøting av vatngóðsku) - Dálking og føðslufrárensl frá landbúnaðar- og býarøkjum minka um vatngóðskuna. Vátlendi reinsa vatnið náttúrliga, tá tey fanga botnsig (sediments), føðsluevni og dálkingarevni. Endurbøting av vátlendum bøtir um vatngóðskuna við at minka um mongdina av dálkandi evnum, sum renna út í áir og vøtn.
  • Styrking av lívfrøðiliga margfeldinum (missur av lívfrøðiligum margfeldi) - Oyðilegging og sundurbýting av lívlendi hava við sær minking í djórastovnum og miss av lívfrøðiligum margfeldi. Vátlendi eru týdningarmikil lívlendi fyri ein fjølbroyttan hóp av djórasløgum. Verja, endurbøting ella nýskapan av vátlendi kann stuðla undir yvirlivingina hjá vatn- og landdjórum, og harvið verður lívfrøðiliga margfeldið styrkt.
  • Færri veðurlagsbroytingar - Hækkandi útlát av vakstrarhúsgassi økir um upphitingina av jørðini. Vátlendi, serliga mólendi, eru týdningarmiklar kolevnisgoymslur. Um vit varðveita og endurbøta hesi økini, ber til at upptaka stórar mongdir av koltvísúrni og harvið minka um veðurlagsbroytingarnar. Við at varðveita og endurbøta hesi økini seinka vit niðurbrótingina av lívrunnum tilfari og steðga útlátinum av koltvísúrni. Hetta fyribyrgir víðari tapi av kolevni í jørðildinum. Eisini ber til at upptaka stórar mongdir av koltvísúrni, og tað hevur eina avmarkandi ávirkan upp á veðurlagsbroytingar.
  • Tillaging til veðurlagsbroytingar - Hækkandi hitalag og broytt avfalsmynstur ávirka samfeløg og vistskipanir. Vátlendi kunnu hjálpa samfeløgum at laga seg til veðurlagsbroytingar, av tí at vátlendini eru náttúrligir stoytdoyvarar (buffers) móti ógvisligum veðurfyribrigdum, tey javna staðbundin veðurløg og syrgja fyri, at vatn er tøkt eisini í tíðarskeiðum við turki.

Wetland graphic: Before

Wetland graphic: after

NbS that can be implemented in wetlands

  • Raise riverbed levels: The stream bed level of a previously cut down stream is elevated to reconnect the river with the surrounding area. 

  • Ditch and drain blocking and filling: Man-made drainage ditches and drains that were originally constructed to lower the water table for purposes like agriculture are obstructed or filled completely. 

  • Rewetting: Former wetlands that have been drained for human activities are rewetted applying different types of NbS that restore the natural hydrology of the area 

  • Floodplain reconnection: Floodplain can be reconnected to its surrounding by applying different types of NbS that reconnect the hydrological connectivity between the river and the floodplain. 

Are you unsure how to choose an NbS for a wetland ecosystem? See our general guidance on Nature-based solutions!  

You may also be interested in the S-ITUATION project's factsheet on wetlands, which describes types of NbS that are typically used to solve various problems in specific land-use contexts.

These pages have been written by Annette Baattrup-Pedersen.